Ávísir mikrobylgjufrekvensir steðga krabbavøkstri…!

Lagt út t. 06/12/2011 í Tíðindi | 0 viðmerking

Mitotic spindle

Mitotic spindle

Granskarar á Universitetinum á Alabama Medical School í Birmingham, hava endurtikið eina roynd, ið vísir, at ógvuliga veik mikrobylgjugeisling – við ávísum frekvensum – kann steðga vøkstri av krabbakyknum í livrini á fólki, skrivar enska læknablaðið British Journal of Cancer.
Aðrir frekvensir kundu steðga krabbavøkstri í bróstunum – men hesir frekvensir høvdu onga ávirkan á livrakrabba – og umvent.

Styrkin av mikrobylgjugeislingini var upp til 100 ferðir minni enn loyvda geislastyrkin, ið ein fartelefon má senda inn í kroppin og høvdið á tí, ið tosar. Geislingin var millum 0.03 til 1.0 W(watt)/Kg. Til samanberingar er loyvda geislamarkið (SAR virðið) fyri fartelefonir, millum 1.6 og 2 W/Kg.
Granskararnir viðurkenna, at teir ikki kenna sjálva mekanismuna, ið ger, at mikrobylgjurnar ávirka kyknurnar, men at teir sóu greiða ávirkan av kyknuprosessini nevnd ‘micondric spindle’.

Hetta er ein áhugaverd kanning, tí hetta prógvar enn einaferð, at mikrobylgjugeisling langt undir hámarkinum, ið t.d. WHO viðmælir, ávirkar mannakroppin. WHO heldur fast við, at mikrobylgjugeisling, ið ikki beinleiðis hitar vevnaðin upp, ikki ávirkar kroppin og er vandaleys.
Meir um omanfyrinevndu kanning er at lesa á Microwavenews.com.

Leave a Reply

Tín teldupost adressa verður ikki almannakunngjørd. Kravdir rútar eru merktir *

Share This