4G/LTE mobilt internet og Wi-Fi: Størsta alheimsfarsóttin nakrantíð? – full grein.

Lagt út t. 14/05/2016 í Longri greinar | 0 viðmerking

4G/LTE Mobil Internet og Wi-Fi: Tann størsta alheimsfarsóttin nakrantíð?

4G

Martin Möhrke greiðir frá

Eftir Martin Möhrke
Nógv fólk eru enn ónervað av teim møguligu fylgjunum av geisling frá fartelefonum, tráðleysum neti og øðrum tólum, sum geva geisling. Undantikin eru tey, sjálvandi, sum eru vorðin reiðiliga sjúk og eru fullgreið yvir hesar fylgjur. Hetta er kortini ein lítil bólkur. Tá ið avtornar, sleppur eingin livandi vera undan teirri ávirkan, sum ónatúrlig geisling hevur á kyknubygnaðin í kroppinum.

Bara nøkur fá lond í Europa hava tikið stig til at verja sínar íbúgvar við at kunna teir og við at krevja, at pakkar við tráðleysum tólum hava ávarðingarmerki. Í Frankaríki er tað forboðið børnum undir 15 ár at brúka GSM. Europaráðið hevur viðtikið eina samtykt, har mælt verður til at skerja fartelefonir og tráðleyst net í skúlum niður í einki. (Kelda: Europaráðið, Skjal nr. 12608, 6.mai 2011). Higartil er tíverri einki gjørt í Hálandi viðvíkjandi hesi samtykt, og líkt er til, at nógv ár fara at ganga, áðrenn nøkur broyting verður framd. (Í Føroyum verður als einki gjørt við henda spurning. red.)

Samstundis kemur eitt stútt vaksandi tal av fólki við kroniskum sjúkum til kommunulæknar og aðrar læknar. Tað sýnist ikki at bera til at greina, hvat ið bagir teimum.
Av mátingum, sum eru gjørdar við nýggjari læknafrøðiligari útgerð, blóðmátingum ella spýttkanningum, sæst, at atvoldin er at fólk eru ov nógv útsett fyri geisling. Tíverri er tað so, at flestu læknar hava enn ikki tikið hesi tøl til sín.

Í 2002 vóru umleið 1 av 30 sjúklingum strongd av geisling. Nú er talið ein av trimum. Kanningar av 300 sjúklingum við kroniskum sjúkum vístu, at í 138 førum var høvuðsatvoldin geisling. Hetta eru skakandi tøl. Síðani 3G og Wi-Fi/tráðleyst internet eru vorðin algongd, er trupulleikin nógv vaksin. Vit mugu spyrja okkum sjálvi, hvat fer at henda, tá ið fjórða ættarlið, 4G/LTE mobilnet, verður tikið í nýtslu.

Við blóðmátingum síggja vit, at ikki-ioniserandi geisling hevur ógvusliga ávirkan á eitt nú blóðvirðini fyri hjánýrini og á kortisolinnihaldið í blóðinum, men eisini á onnur blóðvirði og á blóðtrýstið. Eisini virðini í mátingum av óregluligum hjartasláttri broytast í somu løtu, sum ein persónur verður geislaður við einum ella fleiri sløgum av ikki-ioniserandi geislingum. Í ymiskum mátingum við øðrum mátitólum síggjast nógvar ymiskar broytingar. Í MRI/PET og infrareyðum skanningum síggjast broytingar í heilanum og hitanum í húðini uppá nøkur fá sekund.
Í royndum, har æti verður geislað við Wi-Fi og/ella 3G/4G geisling, doyr ætið ella verður vanskapt uppá nakrar dagar. Við Wi-Fi tekur hetta umleið 96 tímar, við 3G umleið 72 tímar, og við 4G tekur tað 48 tímar.

Hvat fer henda geisling so at gera við kyknurnar hjá fólki?
Prognosuskipanin er ein mátingarháttur, sum mátar mótstøðuføri í húðini. Tað ber til at týða úrslitini av hesum mátingum og gera niðurstøður.

wifi4g1

Mynd 1


Mynd 1
vísir eina meridianmáting. Allir innvølir, allar skipanir og alt virksemi í kroppinum er knýtt at eini meridian. Grøna strikan vísir støðuna hjá einum, sum hevur sera góða heilsu. Bláa strikan vísir støðuna hjá einum, har okkurt bagir. Við eini lítlari provokatión og við eini nýggjari máting (reyða strikan), síggja vit, hvar ið veikleikarnir eru. Vinstrumegin reyðu strikuna síggja vit, at meridianin fyri miltið og brisið hjá persóninum, sum verður kannaður, vísir lægri orku, og tað sama er við meridianini, sum stýrir renslinum í kroppinum. Harafturat sæst ein meir-orka, ella “hyper”-støða. Hesin skeivleiki er vanligur at síggja, tá ið geisling er í kroppinum. Milt/bris-meridianin er millum annað knýtt at tí vegetativa nervalagnum og meridianini fyri rensl, sum millum annað er knýtt at blóðæðrunum. Tá ið geislaløðingin er fingin burtur, vaksa virðini aftur, og kroppurin kann koma fyri seg. Geisling kann sjálvsagt eisini hava við sær nógvar aðrar skeivleikar ella veikleikar.

Mynd frá Martin Möhrke

 

Mynd 2 vísir eitt dømi um eina prognosuroynd við avleiðingum. Av teimum umleið 18 verandi avleiðingunum, kunnu 15 teirra rímiliga lætt mátast við húðarmótstøðumátingum. Á henda hátt sæst, í hvørjum standi tað autonoma (sjálvstýrandi) nervalagið er. Eisini sæst, hvørjum standi meridianin er í. Hvør meridian er knýtt at einum innvøli, einum vøddabólki, ryggjargeisla, tonn, kenslu og chakra og eini skipan (eitt nú immunskipanini). Við einum grønum stabba sæst, hvat ið bagir, hvør atvoldin er, og tá kann okkurt gerast. Við einum reyðum kubba, sæst ikki hvat ið bagir, hvør atvoldin er, og einki kann gerast við tað, ella mugu vit fyrst taka okkum av onkrari aðrari atvold. Hesin persónurin má fyrst av øllum fáa geislaløðingina burtur úr kroppinum.

Tað hendir eisini ofta, at trífalda-hita meridianin, sum er knýtt at tí endokrinu skipanini, vísir lág virði. Oftast er tí, at hypotalamus, hypofysa ella pinealkertilin onkursvegna eru fyri eini ovurløðing. Nógvar orsøkir kunnu vera til hetta, men óvanliga stórar nøgdir av geisling kunnu ávirka hesa meridianina og teir innvølir og /ella skipaninir, sum eru knýttar at henni.

Í royndum síggja vit fleiri og fleiri smábørn, sum eru fyri ov høgari geisling og nógvum sera ymiskum sjúkum, millum annað hyperaktiviteti ella kroniskari møði. Geisling kann eisini vera atvoldin til, at pinkubørn gráta í heilum (hugsa um pinkubarnaalarmin, sum hevur DECT)

Av mátingum við ymiskari útgerð sæst, sum áður nevnt, at álvarsligir heilsutrupulleikar stinga seg upp í ymsastaðni í kroppinum. Í fyrstuni vísa seg ymisk veik og ókend sjúkueyðkenni, men sum frá líður herðast tey.

Mynd frá Martin Möhrke

Mynd frá Martin Möhrke

Kirlian myndatøkumáting av fingrunum hjá einum fólki áðrenn og aftaná geisling. (Kelda: Research Professor, Dr.Konstantin Korotkov)

Samstundis er tað alment kent úr skamtaalisfrøðini (kvantefysik), at mannakroppurin er ikki bara ein alifrøðilig, lívevnafrøðilig skipan, men at hann eisini hevur eitt kunnandi felt (information field), sum stýrir ymiskum funktiónum. Hetta hendir á einum erfínum stigi. Tá ið kroppurin fær ymisk sløg av geisling í seg, verða hesar funktiónir órógvaðar, og fyrr ella seinni vísa seg kropslig sjúkueyðkenni og/ella sjúkur. Av tí at nervalagið verður ávirkað, kann blóðtrýstið broytast, og eisini óskiljandi møði og ovurvirkni (hyperaktivitetur) kann taka seg fram.

Menniskju eru sera sterk og hava lætt við at laga seg til nýggjar umstøður. Fólk broytast eisini, sum dagurin gongur, men um náttina mugu vit sleppa at hvíla okkum og sleppa undan (ikki-ionioserandi) geisling. Men vit verða bombarderað dag og nátt við geisling, sum stavar frá ravmagnsseingjum, vatnseingjum, útvarpsklokkum, DECT-telefonum í náttarstøðu, 24/7 Wi-Fi og fartelefonum undir koddanum ella á náttborðinum. Grannarnir hava eisini Wi-Fi tendrað og eina DECT. Kanska hevði kroppurin megnað alla hesa geisling, um tað bara var um dagin og ikki um náttina. Men eitt miðal hús hevur ímillum 5 og 10 Wi-Fi kanalir og 3 DECT telefonir, fyri ikki at tala um fleiri fartelefonir í gongd dag sum nátt við Bluetooth, Wi-Fi og 3G. Børn spæla nógv við tráðleysar leikur og/ella teldlar. Vit mugu heldur ikki gloyma fartelefonmastarnar. Tær eru kanska fest í húsatekjuna ella á ellisheim. Eina ferð vórðu málingareindir fyrisettar fyri hvørt einstakt tól, men tá hugsaði eingin sær, at tað fóru at vera meira enn 10 sendistøðir (tráðleys tól) í einum vanligum húsi.

Fyri nøkrum árum síðani noyddi stjórnin í Niðurlondum telefonfeløgini at gjalda sera nógv fyri frekvensirnar. Afturfyri fingu tey loyvi at seta fartelefonmastrar alla staðni uttan at søkja um loyvi. Hetta hendi, hóast tann upprunaligi málistokkurin var, at fartelefonmastrar skuldu standa í minsta lagi 100 metrar frá húsum, men hetta var fyri 10 árum síðani.

Hvat kunnu vit gera?

Tosa so lítið sum til ber í fartelefon. Tá ið tú noyðist at tosa í fartelefon, skalt brúka leidning. Knýt henda leidning til eina magnet, sum fæst í øllum elektronikkhandlum, ella bind ein knút á beint við síðuna á telefonini. Send boð ella ring aftur seinni á fastnetinum. Royn og lat vera við at tosa í bilinum!

Sløkk Wi-Fi, Bluetooth og 3G, tá ið tú ikki brúkar tað, og hav fartelefonina so lítið uppi á tær, sum til ber. Tað ber eisini til at ringja uttan 3G. Tað er bara neyðugt, tá ið tú brúkar internetið nógv á fartelefonini.
Sløkk fyri Bluetooth og Wi-Fi á teldum, prentarum og øðrum tráðleysum tólum bæði á hardware og á software, og brúka bara káplar. Um hetta ikki letur seg gera, mást tú ið hvussu er sløkkja fyri Wi-Fi-beinaranum (routaranum) og øllum tráðleysum sendarum um náttina. Ein tíðarmálari kostar ikki nógvar krónur. Umhugsa at fáa ein bio-kannara at máta í húsunum hjá tær og ráðgeva tær. ( Í Føroyum ber til at fáa formannin í Erbylgjufelagnum Janus Guttesen at kanna húsini fyri mikrobylgjugeisling).

Tá ið hetta er sagt, skalt tú ikki lata nakran noyða okkurt slag av kúlu, terningi ella øðrum lutum uppá teg. Mátingar hava víst, at tær flestu uppfinnningarnar hjálpa lítið ella einki hjá sjúklingum, sum eru raktir av geisling. Sum er, eru bara nakrar fáar vørur, sum vísa seg álítandi og hjálpa til at halda javnvágina í kroppinum og í umhvørvinum. – Fyribyrging er frægasta heilsubót.

Tryggja tær, at Bluetooth-sendarin í bilinum hjá tær er ordiliga sløktur ella tak sendaran úr bilinum. Tey flestu útvarpstólini senda áhaldandi eitt Bluetooth-signal, sum leitar eftir telefonum. Tær flestu stýringsskipanirnar brúka Bluetooth, sløkk tær eisini. Brúka ongantíð Bluetooth-móttakara í oyrunum!
Hevur tú børn í skúlaaldri, kanst tú biða skúlan um at avmarka/banna Wi-Fi ella at taka Wi-Fi av. Vit hava eina rúgva av prógvum, sum tala ímóti hesi nýtslu. WHO og Evroparáðið samtykkja í hesum. Í skúlunum í Frankaríki er tað forboðið fyri børn undir 14 ár at hava fartelefon við sær í skúla og/ella at ringja við fartelefon. Hevur nakar undrast á, hví børn hetta síðsta tíggjuáraskeiðið eru so “hyper” og vísa so nógv ADHD-eyðkenni? Børn ganga á gummisólum, ganga á plastikkgólvum í skúlunum og verða áhaldandi og ógvusliga stimulerað, fyrst og fremst av geisling. Tann orkan, tey fáa, finnur onga leið niður í jørðina.

Brúka ikki DECT telefon (tráðleysa hústelefon), brúka heldur eina telefon við leidningi (ella bið um eina Eco + Low DECT (fæst eisini í Føroyum.) Tær sløkna fullkomiliga, tá ið tær ikki verða brúktar. Gang berføtt/ur so nógv, sum til ber, ella við leðursólum, slepp tær undan gummi.
Brúka ikki erbylgjuovn (mikroovn) ella tryggja tær íð hvussu er, at tú ert í minsta lagi 2,5 metrar burtur frá ovninum, og lat ongantíð børn vera í nánd av hesum útbúnaði. Tað er eisini ávíst, at maturin verður óetandi av hesum og hevur einki orkuvirði eftir í sær. Tað merkir, at erbylgjuovnar eru ónýtiligir at tiðna og hita pinkubarnamat í. Brúka vatn, sum hevur pH-virði 7,5 ella hægri. PH-virðið á vatninum í Tórshavn er 7,8.

Tað týdningarmesta staðið, songin hjá tær!

Vit mugu hvíla okkum um náttina og ikki fáa meira stimulans, enn vit fáa um dagin. Tað verður mett, at eitt fólk, sum svevur, er 200 til 400 ferðir so viðkvæmt fyri geisling og aðrari ávirkan, sum tá ið tað fólkið er vakið. Tryggja tær, at eingi ravmagnstól eru í nánd av seingini hjá tær og hjá børnunum. Við øðrum orðum: einki ravmagnsteppi, eingin hitari til vatnsong, eingin song, sum kann stillast við ravmangsriknum tóli (tak stikkið úr) og eingin ravmagnsrikin útvarpsklokka.Legg fartelefonina inn í eitt annað rúm ella sløkk hana, tað er betri! Um neyðugt, kanst tú keypa ein vekkara, sum gongur við battarí.

Um tú býrt nær við eina ravmagnsstøð, háspenningarmastur ella minni enn ein kilometur frá eini fartelefonmastur, kanst tú umhugsa tillaging/verju ella umhugsa at flyta um neyðugt, um tú ert sera viðkvom/viðkvæmur og altíð ert móð/ur.
Gev gætur øllum, sum geislar. Nógvar teldur (pc’arar) hava Wi-Fi-antennu, og hon er ofta tendrað allan dagin, hóast hon ikki verður brúkt. Hóast teldan er knýtt til fastnetið, skal tú eisini kanna uppsetingina á telduni og tryggja tær, at Wi-Fi og/ella Bluetooth-skipanirnar eru sløktar.

Nøkur eyðkenni við at verða fyri mikrobylgju-geisling eru:

  • Áhaldandi møði
  • Tú vaknar millum kl. 3 og 6 á nátt.
  • Aftaná sterkar dreymar: tannagríðsl og teeth grinding or vendan.
  • Sveitti uttan at vera rættiliga heit/ur, serliga um náttina.
  • “Sovandi” ella sitrandi hendur og føtur.
  • Krampar í føtrum ella legginum (kann eisini vera mangul uppá magnesium)
  • Stívleika ella stívar leggir tá staðið verður.
  • Trongd at lata sær á vatninum uttan nógv urin í bløðruni.
  • Hyperventilation
  • Andaneyð
  • Óregliligur hjartasláttur
  • Kensla av krampa, sum strálar frá bringuni til økslina og kjálkabeini.
  • Høgt blóðtrýst
  • Stív (vanliga) vinstra øksl
  • Sitrandi kensla í maganum og brósti

Fólk kenna oftari tey kroppsligu sjúkueyðkennini í vinstru síðu enn í høgru.

Um sjúkueyðkennini hvørva, eftir at tú ert komin upp og ert farin at røra teg, skalt tú hugsa um ravmagnsdálking/geisling.

Ymiskar klinikkir eru, sum kunnu gera av, um tú hevur verið fyri ov nógvari geisling.

(Ongar slíkar klinikkir eru í Føroyum – enn).

Tað eru eisini nógv tól á marknaðinum, sum sigast at taka geisling burtur. Hetta passar ikki, tí tað er ógjørligt at taka geisling burtur. Kortini eru nakrir lutir á marknaðinum, ið gera mun, sum kann mátast. Tey skapa eitt harmoniskt felt, sum kroppurin stendur seg lættari við. Hesum tólum eiga vit at geva gætur og at kanna tey meira. Eitt dømi um hetta er frá Floww International. Hetta er ein nýskapandi fyritøka, sum er á top 100 listanum yvir nýskapandi fyritøkur í Hálandi. Floww heilsutøknin brúkar geislandi orku og skapar eitt nýtt felt, sum hevur sama títtleika sum kroppurin, og hetta skapar eitt natúrligt felt.

Tú kanst eisini brúka eitt lak, sum hevur samband við jørð (earthing sheet). Tú leggur tað á songina og forbindur við jørð við einum veiri. Tann uppsavnaða geislingin í kroppinum verður umgangandi leidd niður í jørðina. Vitskapligar kanningar vísa, at bruni og aðrar sjúkur lekjast skjótari í meira enn 50% av førunum. Slíkir lutir eru at fáa til sengur og til kontórnýtslu. Geislaløðing frá øðrum keldum, sum ikki kunnu sløkkjast, kann eisini viðgerðast upp á hendan mátan.

Tíverri verður 4G skjótt innført, tað skal geva superskjótt internet á fartelefonina. Hesin frekvensur er so høgur, at tað fer at ávirka heilsuna hjá fólki álvarsliga. Um eini 2 – 3 ár fer hetta ivaleyst at vísa seg við tað, at 1 av 3 fólkum verður álvarsliga sjúkt.

Ger vart við teg og skrivað undir áheitan til føroyska Heilsamálaráðharran, her verður heitt á myndugleikarnar um at kanna, hvørjir heilsuvandar standast av 4G, áðrenn tað verður tikið í nýtslu.
Tú hevur eisini rætt til at hava góða heilsu, og landið er pliktað at verja okkum. Hetta kann gerast við at bíleggja hóskandi gransking og serliga við at skipa óheftar kanningar, sum ikki verða fíggjaðar av telefyritøkunum sjálvum.

Natúrligur heilivágur
Nógvur ymiskur heilivágur finst, sum kann vera við at minka um geisla-yvirløðing. Phosporus (geisling), Silicon (geopathy), Jod (geisling), Magnesium phosporicum (geisling), ymisk tarasløg (UV og geislavirkni)

Niðurstøða

Í okkara klinikk síggja vit eitt vaksandi tal av sjúklingum, sum hava geisla-yvirløðing. Tá ið vit hava viðgjørt fólk á ymsan hátt ella brúkt ávísar úrdráttir/tól, sæst ein bati.
Langtíðarfylgjurnar kunnu verða nógv verri, enn vit halda ella duga at hugsa okkum í løtuni. Um eini tvey ár fara vit kanska at tosa um geisling upp á sama máta, sum vit tosaðu um asbest fyri tíggju árum síðani. Men av tí, at alt enn er ógreitt, er tað ráðiligt at virka fyribyrgjandi og beina burtur so nógvar geislingarkeldur, sum gjørligt, sleppa okkum undan 4G/LTE og ikki føra tað inn, fyrr enn greitt er, at tað er óskaðiligt (og tað er tað ikki.)

Tað kann vera ráðiligt at brúka onkur tól/natúrmedisin, sum verja, og at hava gott jørðsamband. Men í fyrstu syftu kanst tú lata teg kanna hjá fakfólki fyri at fáa staðfest, um tú dregist við geisla-ovurløðing og vita, hvussu støðan er áðrenn og aftaná, at tú hevur brúkt okkurt av áðurnevndu tólum/natúrmedisini.

Í Russlandi eru nógvar hundrað kanningar gjørdar av, hvussu geisling ávirkar okkum.

Landið átti at tikið størri ábyrgd av hesum og farið í holt við fleiri óheftar granskingar. Vinnan skuldi leita eftir øðrum sløgum geislingarhættum, sum ikki eru skaðiligir fyri náttúruna. Men enn er leiðin long, og vónin er, at onkur stór uppfinning kemur, sum gevur okkum trygga og óskaðiliga geisling.

Keldur (leinkjur finnast í upprunagreinini):
Heavy Use of Mobile Phones Increases Cancer Risk, Study Finds
PubMed search results for “cell phone radiation”
PubMed search results for “prognos”
German language Wikipedia article on Karl Hecht)
Foundation for Alternative and Integrative Medicine
U.S. National Institutes of Health (NIH)
The JAMA Network
Your Brain on Cellphones: Effects Present, Consequences Unknown
Preventief Medisch Centrum Rotterdam
Infraroodscreening
Dr. Korotkov official web site
Kirlionics Technologies International
DDT, Softenon, Asbest, tabak en… EMS..!
BioInitiative Report: A Rationale for a Biologically-based Public Exposure Standard for Electromagnetic Fields (ELF and RF)
Powerwatch
StopUMTS
Kennisplatform Veilig Mobiel Netwerk
Straling-Electrosmog
Burger Ministerie voor Stralings Bescherming
Publicaties over Straling
Bürgerwelle: Umbrella Organization of Citizens and Initiatives to Protect Against Electrosmog
Earthing Institute, Inc.
Alkaline Water
Energetic Healing
Nieuw onderzoek naar zieke bomen door wifi-straling
Prognos Benelux
Facebook: Parents Against Wi-Fi in School
Selectivity in biomineralization of barium and strontium
Recent Research on Brain and Biological Effects of Cell-Phones
The Biological Effects of Weak Electromagnetic Fields

Um høvundin
Martin Mohrke er undangongumaður bæði í vanligari og alternativari læknavísindi, hevur sergrein i læknavísindaligari sjúkugreining og terapeutiskum skipanum. Í 2005 flutti hann, tá ein GSM-mastur varð sett upp aftanfyri húsini hjá honum. Hagtøl vísa, at rundan um fartelefonmastrar er talið av (ó)skiljandi sjúkutilburðum hægri enn annars. Hann arbeiðir í The Preventive Medical Center í Rotterdam og mátar sjúklingar, sum hava óskiljandi sjúkueyðkenni. Hann brúkar ymiskar heiliráðsskipanir, sjúkugreinandi skipanir og terapeutiskar skipanir, og fær á hendan hátt víst á, hvørji árin geisling gevur. (Hann brúkar millum annað Prognos, NES Health, Varicor (HRV), Kirlian myndatól, infrareyð myndatól). Í samstarvi við læknar, terapeutar og lærdar háskúlar kannar hann eisini ymiskar sjúkugreiningarskipanir og terapeutiskar skipanir ella tól fyri FAIM (Foundation for Alternative and Integrative Medicine) fyri at gera av, hvussu gagnlig og virkin, tey eru.
Umsett: Sonja

Upprunagreinin er frá Foundation for Alternative and Integrative Medicine.

Leave a Reply

Tín teldupost adressa verður ikki almannakunngjørd. Kravdir rútar eru merktir *

Share This